Mikudagur 18. juni 2003 -  Dimmalætting

Í hesum døgum er ein fløga við sálmum komin út.

Tað er Nicolina Jacobsen, Nicolina av Kamarinum, sum hevur sungið sálmarnar inn.
Vanliga eru tað sangirr av lættara slagnum, løg at dansa til, vit plaga at hoyra, tá »Tey av Kamarinum« koma út við fløgum – ella í »gomlum døgum« við plátum.
Hesaferð hevur Nicolina einki av systkjum sínum við á fløguni, sum tikin er upp í kirkjuni í Sandavági. Tó so. Onkur av ættarfólkum hennara eru við. Tað er bróðursonurin, Ólavur Jakobsen, ið leikar klassiskan gittar, og Finnur Hansen, sum situr við urguna í Sandavágs kirkju, har Nicolina allir sálmarnar til fløguna eru tiknir upp.

Tað kemst ikki av ongum, at kirkjan í Sandavági hevur verið karmur um innspælingina.
Abbi Nicolinu, Magnus á Kamarinum, sum eisini bygdi hús teirra í Grím Kambansgøtu í 1902, teknaðí og smíðaði hesa prýðiligu kirkju í Sandavági í 1917, sum myndar forsíðuna á fløguhúsanum.

Nicolina hevur leingi hugsað um at syngja sálmar inn á fløgu, men er hetta ikki rættiliga vorðið til nakað fyrr enn nú.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tey eru mong, sum fara at ogna sær sálmafløguna at lurta eftir eina friðarliga stund í hesi strongdu tíð, tá øll hava so nógv um at vera, at tey nærum ikki hava stundir at vera til.

Sálmarnir, sum Nicolina av Kamarinum hevur sungið inn á fløgu, eru hesir 12: »Ber mær eitt blómublað«, »Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá«, »Gud, ger meg til eitt lítið ljós«, »Leið, milda ljós«, »Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart«, »Bert ein dag, eitt bil í enn eg fái«, »Gakk tú fram við góðum treyst«, »Lít allar tínar leiðir«, »Ver tú mær hjá«, »Nærri, mín Gud, til tín«, »So tak tá mínar hendur «og »Nú dagurin at enda er«.

 

Beate L. Samuelsen